Link Search Menu Expand Document

Talgilt Føroyskt

Hjálp okkum við at týða mest nýttu forritini til føroyskt.

Vilt tú vera við til at gera telduheimin føroyskan? So ert tú komin á rætt stað. Hendan síðan inniheldur leiðbeiningar, orðalistar, leinkjur og onnur hjálparamboð til týðan av ritbúnaði.

Kom í gongd

Tað fyrsta, og mest týdningarmikla, er at velja eina verkætlan at týða. Vit mæla til, at tú velur eina verkætlan, ið tú nýtur ofta.

Kennur tú fleiri verkætlanir ið kunnu týðast? Stovna eina Pull-request á Github og legg hana afturat.

Leinkjur og tól

Kennur tú fleiri leinjur ella tól? Stovna eina Pull-request á Github og legg tað afturat.